Loading Events
Nær
11. mars 2026 kl. 19 - 19:01
Hvar
Reinsaríið
Prísur
DKK 110

Várfólk á Reinsarínum

Á skránni eru bæði ung og roynd tónleikanøvn:

Gelikas – børn úr Musikkskúlanum

Børn úr fólkadansi

Phønix (DK)

Sharon’s Men

Spælimenninir

PHØNIX
Danski bólkurin Phønix er kendur fyri sín orkuríka og nútímans fólkatónleik, har siðbundnar vísur og nýggj løg verða blandað við sterkum rútmum og livandi framførslu. Bólkurin hevur spælt á festivalum og konsertpallum kring allan heim.

SHARON’S MEN
Sharon’s Men spæla regluliga til fólkadans í Føroyum og framføra bæði føroyskar, norðurlendskar og írskar fólkatónleik.

SPÆLIMENNINIR
Spælimenninir í Hoydølum vórðu stovnaðir í 1974 og eru ein av hornasteinunum í føroyskum fólkatónleiki. Teir hava ferðast nógv og hava havt stóran týdning fyri menningina av fólkatónleiki í Føroyum.