Loading Events
Nær
19. juni 2026 kl. 22 - 23:30
Hvar
OY
Prísur
Ókeypis atgongd

Vár’s Havnar Boys — The Jazz of the White Nights

Tónleikur eigur at vera melodiskur. 19. juni fara vit, Vár’s Havnar Boys, at gera hesa hugsan livandi við okkara skrá »The Jazz of the White Nights«.

Veruligur tónleikur er nakað, sum vit øll kenna, tá ið vit hoyra hann. Hann hevur eitt klárt og lýsandi lag. Hann dregur okkum spakuliga inn, fær okkum at lurta nærri og situr eftir á húðini, leingi aftaná at síðsta tónan er horvin. Hann eigur at hava dýpd, atdráttarmegi, hita og eftirsmakk. 

Hann eigur at fáa okkum at forelska okkum í honum — ikki bara skilja hann, men vilja hava hann, venda aftur til hansara og kenna okkum fylt av honum.

Hetta eru eginleikarnir hjá “veruligum” tónleiki, sum mynda upprunaliga tónleikin í hesi skránni.
»The Jazz of the White Nights« er ein tráan eftir at skapa tónleik, sum kennist livandi: melodiskur, sansaligur, hugfangandi og sannførandi.

 

Jazz-trio
Arnold Ludvig — bass
Kristian Pauli Ellefsen — klaver
Rógvi á Rógvu — trummur

Solistar
Vár Isaksen — song
Justin James Villaneuva — saksofon

Tónasmiður*
Sergey Ilyin

Vit síggjast 19. juni í OY Brewery!

Tiltakið er stuðlað av Tórshavnar kommunu.

*Við útvaldum upprunaligum verkum frá limum í bólkinum — serlig tónlistarlig undur, ið ikki mugu missast