Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
22. august 2025 kl. 11:15 - 12:30
Hvar
Badmintonhøllin
Prísur
DKK 130

Venjing og samvera

Endamálið við venjingini er at betra balansuna og at økja styrkina og konditiónina við tí fyri eyga at geva vælveru og lívsgleði og fyri at fyribyrgja fall og lívsstílssjúkur. Vanliga verður fyrst hitað upp. Síðani eru ymisk spøl ella venjingar, har dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við. Endað verður við einari hugnaløtu við kaffi/te/vatn/frukt, har møguleiki er fyri sosialari samveru, og har prátið vanliga
gongur væl. Venjingin er í 1 tíma, og síðani er hugnaløta. Tað er frítt at velja, hvørja tíð ein møtir og fegin báðar dagar. Tilboðið er opið, tað vil siga, at ikki er neyðugt við tilmeldan og ikki er neyðugt at geva avboð, tá ikki ber til at møta.
Goldið verður mánaðarligt við bankaflyting:
Gjøld fyri venjingartilboðið í Badmintonhøllini sæst á torshavn.
fo, undir brúkaragjøld Liðvenjing Badmintonhøllin 67+

Vit vænta at tit:
• møta væl upp
• eru í klæðum, sum tit fáa rørt tykkum í
• eru hugagóð og hava hug at røra tykkum eina løtu
saman við øðrum góðum fólki
• eru opin fyri at royna okkurt nýtt av og á, tá venjingarnar
kunnu vera ymiskar
• Tað er bara at møta upp! Neyðugt er ikki við tilmelding 

Tilboðið kann geva tær:
• størri lívsgleði og longri lív
• lættari og betri gerandisdag
• betri kontinens, og betri svøvn
• ein sunnari og fastari kropp
• meiri hug til, og betri kynslív
• betri minni, og skjótari heila

Virkin og vakin – alt lívið
Liva lívið — og gloym aldurin
Í dag er tað elsta tú hevur verið – og tað yngsta tú nakrantíð
verður aftur. So njót tað!
Ein kann ikki forða fyri, at ein gerst gamal, men ein kann ávirka hvussu ein gerst gamal.