Endamálið við venjingini er at betra balansuna og økja styrkina og konditiónina við tí fyri eyga at geva vælveru og lívsgleði og fyri at fyribyrgja fall og lívsstílssjúkum.
Vanliga byrja vit við at hita upp. Síðani gera vit ymiskar venjingar og spøl, har vit leggja dent á, at øll kunnu vera við. Vit enda við einari hugnaløtu við kaffi, te, vatn og frukt, har møguleiki er fyri sosialari samveru, og har prátið vanliga gongur væl.
Vit venja mikudagar klokkan 9 og klokkan 10.15 og fríggjadagar klokkan 10.15. Venjingin varir í 1 tíma og 15 minuttir, og síðan er hugnaløta. Tað er frítt at velja, hvørja tíð tú møtir, og tú mást fegin koma báðar dagar.
Tilboðið er opið, og tað vil siga, at tað er hvørki neyðugt við tilmelding ella at geva avboð, tá tú ikki fært møtt.
Tú rindar við bankaflyting. Mánaðarliga gjaldið er:
178 krónur fyri tvær venjingar um vikuna
136 krónur fyri eina venjing um vikuna
Vit vænta at tit:
Tilboðið kann geva tær:
Í dag er tað elsta tú hevur verið — og tað yngsta tú nakrantíð verður aftur. So njót tað!
Vit kunnu ikki forða fyri, at vit gerast eldri, men vit kunnu ávirka hvussu vit eldast.