Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
11. september 2025 kl. 14:30 - 25. juni 2026 kl. 15:30
Hvar
Fimleikahøllin í Kollafirði
Prísur
DKK 136 – 178

Venjing og samvera í Kollafirði

Endamálið við venjingini er at menna, halda við líka ella endurvinna mest møguliga rørslu og virkni og soleiðis stuðla upp undir, at tú ert virkin og vakin alt lívið. 

Vit byrja við at hita væl upp, síðani gera vit ymiskar venjingar og spæla spøl. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við. 

Vit vænta at tit: 

  • Møta upp til venjingina
  • Eru í klæðum og skóm, sum tit fáa rørt tykkum í
  • Eru opin fyri at royna okkurt nýtt. Venjingarnar eru fjølbroyttar og kunnu broytast frá ferð til ferð

Tilboðið er opið, og tað vil siga, at tað er ikki neyðugt at melda til ella at melda avboð. Tað er bara at møta upp.

Tú rindar mánaðarliga við bankaflyting: 136 krónur, venur tú eina ferð um mánaðin, ella 178 krónur, venur tú tvær ferðir um mánaðin.

 

Livi lívið – og gloym aldurin
Í dag er tað elsta, tú hevur verið – og tað yngsta, tú nakrantíð verður aftur. So njót tað.
Tú kanst ikki forða fyri, at tú gerst eldri, men tú kanst ávirka, hvussu tú eldist.