Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
16. september 2025 kl. 14:30 - 30. juni 2026 kl. 15:30
Hvar
Fimleikahøllin í Kollafirði
Prísur
DKK 136

Venjing og samvera í Kollafirði

Endamálið við venjingini er at menna, halda við líka ella endurvinna mest møguliga rørslu og virkni og harvið stuðla undir kjarnuuppgávuna hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er at eggja borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið. 

Byrjað verður við at hita væl upp, síðani eru ymiskar venjingar og spøl. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við. 

Vit vænta at tit : 

  • møta upp til venjingina
  • eru í klæðum og skóm, sum tit fáa rørt tykkum í
  • eru opin fyri at royna okkurt nýtt. Venjingarnar eri fjølbroyttar og kunnu broytast frá ferð til ferð

Tilboðið er opið, tað vil siga at tað er ikki neyðugt at melda til ella at melda avboð. Tað er bara at møta upp . 

Tit rindar mánaðarliga við bankaflyting. 136, – kr, tá vant verður einaferð um mánaðin og 178 kr, tá vant verður tvær ferðir um mánaðin 

Livi lívið – og gloym aldurin

Í dag er tað elsta tú hevur verið- og tað yngsta tú nakrantíð verður aftur. So njót tað. 

Ein kann ikki forða fyri at, at ein gerst gamal, men ein kann ávirka hvussu ein gerst gamal.