

VERA – safe space fyri ungar LGBT+’arar
Hvat er VERA?
Vera er safe space hjá LGBT+ Føroyum!
Vera er eitt veristað fyri ungar LGBT+’arar millum 15 og 21 ár. Tað er eitt trygt stað, har ung kunnu hittast uttan at óttast fordómar ella ikki at vera góðtikin.
Her kanst tú vera, júst sum tú ert, og møta øðrum ungum LGBT+’arum
Hvussu ofta er tað?
Vera er annanhvønn mikudag (í makaviku) kl. 17.30 til 21.00.
Hesi kvøldini fara vit at hava nógv ymiskt stuttligt á skrá. Tú kanst lesa á okkara Facebook- og Instagram-síðu, hvat er á skránni hvørt kvøldið.
Hvussu er tað skipað?
Vera er ókeypis, og mann kann koma og fara, sum einum lystir – ikki er neyðugt at vera alla tíðina, um tað ikki liggur fyri, og tað er heldur ikki neyðugt at tekna seg áðrenn.
Sjálvboðin í Vera eru til staðar og skapa góðar karmar fyri kvøldið.
Tit eru vælkomin at hava matpakka við ella keypa okkurt at eta í nærøkinum. Vit hava ketil og mikroovn.