Loading Events
Nær
04. februar 2026 kl. 17:30 - 21
Hvar
LGBT+-hølið
Prísur
Ókeypis atgongd

VERA – safe space fyri ungar LGBT+’arar

Hvat er VERA?
Vera er safe space hjá LGBT+ Føroyum! 😍
Vera er eitt veristað fyri ungar LGBT+’arar millum 15 og 21 ár. Tað er eitt trygt stað, har ung kunnu hittast uttan at óttast fordómar ella ikki at vera góðtikin.
Her kanst tú vera, júst sum tú ert, og møta øðrum ungum LGBT+’arum 🏳️‍🌈✨🏳️‍⚧️

Hvussu ofta er tað?
Vera er fyrsta mikudag í makaviku hvønn mánað kl. 17.30 til 21.00. 
Vit hava borðspøl og krea-ting, og tú ert vælkomin til at taka tíni egnu krea-prosjekt við, um tú hevur hug. Onkuntíð hava vit ymiskt stuttligt á skrá (hygg inn á okkara Facebook- og Instagram-síðu fyri at vita, um nakað serligt er á skránni).

Hvussu er tað skipað?
Vera er ókeypis, og mann kann koma og fara, sum einum lystir – ikki er neyðugt at vera alla tíðina, um tað ikki liggur fyri, og tað er heldur ikki neyðugt at tekna seg áðrenn.
Sjálvboðin í Vera eru til staðar og skapa góðar karmar fyri kvøldið.
Tit eru vælkomin at hava matpakka við ella keypa okkurt at eta í nærøkinum. Vit hava ketil og mikroovn.