Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
02. juni 2025 kl. 09 - 08. juni 2025 kl. 09
Hvar
Vaglið
Prísur
Ókeypis atgongd

Verjið lívmargfeldið – týnið garðaskøruna 2025!

Vit byrja við einari garðaskøruviku! Á hendan hátt kunnu tit sjálvi avgera, hvønn dag í vikuni tit fara út at týna garðaskøru.

Í minsta lagi seks sløg av skøru í Føroyum
Í minsta lagi seks sløg av skøru vaksa í Føroyum, men tað er einans garðaskøran (Alchemilla mollis), sum veksur alt ov væl og er nærum allastaðni fram við vegum, áarbakkum, í bønum – ja , allastaðni har hon er, tekur hon yvir. Øll hini skørusløgini eru vakrar upprunaplantur, men garðaskøran er ein innræsin planta, sum merkir, at øll hini plantusløgini mugu víkja undan henni.
Innræsin plantusløg eru plantur, sum eru meira kappingarførar enn onnur plantusløg. Av tí sama eru tær kappingarneytar við okkara uppruna plantufjølbroytni og eru við til at skumpa onnur plantusløg burtur og taka yvir øki.

Hvussu týnir og burturbeinir tú garðaskøruna?
Um tú ivast í, hvussu tú skalt gera, so hava vit gjørt eina vegleiðing til, hvussu tú týnir og burturbeinir skøru á okkara heimasíðu http://www.xn--skra-hra.fo/

Ver við í kappingini!
Øll, sum luttaka og tagga FNU í stríðnum móti garðaskøruni, eru við í lutakastinum um 3 gávueskjur, sum eru samansettar av lekkrum føroyskum vørum.