Støða: Útselt
Høli: Norðurstova
Longd: 4 tímar
Kom á kreativa og læruríka verkstovu, har vit fara at kava niður í grønlendska perluseyming. Her fært tú høvi at fordjúpa teg í hetta siðbundna og vakra handverkið, tá vit saman fara at seyma grønlendskar smúkkur.
Tú fert at læra um søguna um og stóra týdningin, ið perluseyming hevur í Grønlandi, tú fært innlit í tey ymsu mynstrini, ið verða brúkt, og tú lærir grundleggjandi háttaløg, ið tú kanst brúka til at gera tínar egnu perluverkætlanir.
Óansæð um tú ert byrjari ella hevur royndir við perluseyming, er hendan verkstovan ein góður møguleiki at læra um og skapa vøkur perlulistaverk.
Á verkstovuni lærir tú at gera eitt lítið perluhálsprýði. Tilfarið er við í prísinum, og vit syrgja fyri nál og tráð við meira. Tú ert eisini vælkomin at taka egnar perlur við, um tú ynskir nakrar heilt ávísar litir til tína smúkku.
Pipaluk Joensen stendur fyri verkstovuni. Hon er fødd og uppvaksin í Nuuk í Grønlandi og flutti til Føroya í 2019. Pipaluk hevur verið á nógvum skeiðum í perluseyming og hevur brúkt nógv ár upp á at gera meginpartin av sínum egna tjóðbúna – frá at garva skinn til at seyma perlur, toy og skinn.