Loading Events
Nær
14. november 2026 kl. 11 - 13
Hvar
Nýggjastova (Gentukostdeildin) í Hoydølum
Prísur
DKK 100

Verkstova: Stað upptøkur fyri nýbyrjarar

Verkstovan verður tveir dagar, týsdag og leyardag.

Týsdag hittast vit og hyggja at, hvat ein skal hugsa um, tá ein ger upptøkur. Vit fara at tosa um ljóð og upptøkuhættir. Vit fara at lurta eftir dømum og ikki minst, so fara vit at gera upptøkur og lurta eftir teimum og hyggja at, hvussu man kann viðgera og nýta tær.

Leygardagin hittast vit aftur til seinna part av verkstovuni, eftir at luttakararnir hava havt stundir at tikið meira upp og gjørt sær ymiskar royndir, sum man fær tosað um. Tá fara vit at hyggja at, hvussu man kann viðgera ljóðini og seta tey saman.

〰️ STØÐI 〰️
Verkstovan tekur støði í støðinum á luttakarunum. Um ein er heilt grøn/ur og aldrin hevur roynt at tikið ljóð upp áður, ella um man hevur roynt eitt sindur sjálv/ur og vil hava ráð og inspiratión, so finna vit útav tí.

〰️ STAÐ 〰️
Nýggjastova (Gentukostdeildin) í Hoydølum

〰️ VERTUR 〰️
Heðin Z. Davidsen

〰️ ÚTGERÐ 〰️
Einki, um man ikki hevur nakað og bara vil forvitnast.
Um man eigur, so er vert at taka við:
– snildfon og oyratelefonir
– gjarna eitt lítið upptøkutól

KOSTNAÐUR: 100 kr
TILMELDING: seysturstein@gmail.com
ALDUR: 16+