Verkstovurøð í myndlist
Spennandi verkstovurøð, í tríggjar dagar. – Føroya Fólkaháskúli í samstarvi við LungA School
Hetta er ein verkstova fyri øll ið hava áhuga fyri myndlist, har tú lærir hvussu listin samskiftir við umheimin. Á verkstovuni arbeiða vit við málningalist og framsýningarkynstri.
Undirvísarar eru íslendska myndlistakvinnan Heiðdís Hólm og Amerkianskt/Bretski framsýningar sniðgevin Dr Mark Rothmaa-Jackson.
Bæði Heiðdís og Mark starvast á íslendska listaskúlanum LungA School í Seyðisfirði. Heiðdís er myndlistakvinna og málari, og hevur sýnt altjóða fram, seinast við einstaklinga framsýning á listasavninum í Akureyri. Áðrenn Mark var settur í starv á LungA, undirvísti hann í fagrari list á ymiskum fróðskaparsetrum í Bretlandi. Í 18 ár var hann framsýningar sniðgevi á IMT, sum er eitt samtíðar listasavn í London.
Íroknað i prísinum er máltíð og undirvísing. Til ber eisini at gista á skúlanum ímeðan skeiðið er, og hetta kann fáast í lag við at skriva til haskulin@haskulin.fo