

VETRARJAZZ 2026 – MUMI (FO)
MUMI
Konsert við næmingum á Musikkskúlamiðnámi
Segði nakar jazz? Ella rokk? Ella var tað R’n’B? Sama ger, tí hesir ungu
tónleikararnir duga alt. Tey eru næmingar á Musikkskúlamiðnámi í Tórshavnar
musikkskúla, og tá tey ikki eru í skúla ella til arbeiðis, finnur tú tey í
venjingarhølunum í musikkskúlanum, strembandi eftir at duga enn betri enn í gjár.
Tey hava snikkað saman eina heilt serliga jazz-skrá til høvið og eru spent at vita,
hvussu væl tær dámdi konsertina! Tey koma úr nærum øllum hornum í landinum – úr
Vági, Klaksvík, Kvívík, Vestmanna, av Toftum, úr Fuglafirði og Havn – so nú er ikki at
setast aftur, tí tað kann meir enn so vera, at millum hesi ungu finnur tú tann næsta
Art Tatum ella Ellu Fitzgerald!
Keyp JazzPazz á blabar.fo
Norðurlandahúsið
Tórshavnar kommuna
Eiðis kommuna
Vága kommuna
Runavíkar kommuna
Mentanargrunnur Landsins
Mentamálaráðið
Hiddenfjord
OY Brewery
Økistónar
Koda
Gramex
Auto Taxi
Hotel Hafnia
Hotel Tórshavn
Nordic Culture Point
NATA
