Loading Events
Tónleikur
Nær
23. januar 2031 - 2. februar 2031

Vetrarjazz

Winter Jazz

Vetrarjazz er á hvørjum ári í januar mánaði. Havnar Jazzfelag skipar fyri festivalinum fyri at fremja og nøra áhugan fyri tónleiki, serliga jazz, fólk og beat, og at fáa Føroya fólki eitt fjølbroytt úrval av tónleiki. Vit ynskja eisini at okkara dugnaligu tónleikarar í Føroyum skulu hava eitt stað at savnast um jazzin og ikki minst spæla eina rúgvu saman.

Til Vetrarjazz eru nógvar konsertir á ymiskum spælistøðum í Føroyum. Tú kanst síggja skránna á teirra facebook síðu.

Um tú vilt síggja myndir frá undanfarnu árunum, trýst her.