Vetrarjazz er á hvørjum ári í januar mánaða.
Havnar Jazzfelag skipar fyri festivalinum fyri at fremja og nøra áhugan fyri tónleiki, serliga jazz, fólk og beat, og at fáa Føroya fólki eitt fjølbroytt úrval av tónleiki. Vit ynskja eisini at okkara dugnaligu tónleikarar í Føroyum skulu hava eitt stað at savnast um jazzin og ikki minst spæla eina rúgvu saman.
Vilt tú síggja myndasavnið, trýst her.