»Vi har stadig i morgen« (C’è ancora domani): Paola Cortellesi, Italia 2023, 118 min.
Tilsamans hevur fyrsti fimurin hjá Paolo fingið 23 virðislønir.
Í filminum fylgja vit Deliu, sum eftir kríggið býr í Róm, ham fremstu dreymar hennara eru gingnir út: hon er gift og blivin mamma. Maðurin er hin illsinti Ivano og nú eru børnini trý og dóttirin skal giftast einum av fínara slagnum. Tað er ikki ein dansur á rósum alla tíðina, men Delia hevur eina góða vinkonu, og góðtekur gerandisligu gongdina, til eitt bræv kemur við postinum.
Italski filmurin, sum er tikin í svørtum og hvítum, fær bestu ummæli og Biografklub Danmark sigur um hann: ”Det er en film, der bevæger sit publikum, og som man ikke glemmer lige med det samme. Både publikum og anmeldere fra hele verden knuselsker filmen.”