Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
06. september 2025 kl. 10 - 17
Hvar
Farstøðin
Prísur
DKK 100

Viðarlundatúrur

Viðarlundatúrurin hesa ferð er ein dagsútferð við bussi leygardagin 6. september 2025. Hvagar vit fara veldst um ættina. Um tað ikki viðrar, verður útferðin skotin út.
Vit møtast við Farstøðina kl 9:00 og verða aftur í Havn umleið kl 16:00
Norrøna Felagið bjóðar okkurt til matna og drekka á túrinum.
Ferðaleiðari: Tróndur G. Leivsson.

Kostnaðurin er kr. 100 fyri limir og kr. 220 fyri gestir.

Tilmelda soleiðis:
LIMIR
Hevur tú goldið limagjaldið fyri 2025 skalt tú gjalda kr. 100 inn á konto felagsins í Føroya banka 6460 1532245. Minst til í boðum til móttakaran at skriva “Viðarlundir” og navnið á tí, sum er meldaður til.
GESTIR
Ert tú gestur skalt tú gjalda kr. 220 inn á konto felagsins í Føroya banka 6460 1532245. Minst til í boðum til móttakaran at skriva “Viðarlundir” og navnið á tí, sum er meldaður til.