Høli: Høllin
Longd: 13.00 – 17.30
Endamálið við Vinnudegnum er at savna vinnuna til íblástur og til óformliga samveru við kundar, veitarar og samstarvsfelagar.
Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni savnast til áhugaverdar fyrilestrar og sosiala samveru, og ikki minst verða Ársins Virki og Vinnuátakið kosin.
Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum, sum í ár eins og undanfarin ár verður hildin í snøggu kørmunum í Norðurlandahúsinum. Les meira á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.