

Vit dansa breakdans! (SE/UA)
Støða: Fult teknað
Høli: Høllin
Longd: 45 min.
Lær tey grundleggjandi og týdningarmestu breakdans-stigini upp á ein stuttligan og tryggan máta. Vit arbeiða við rørslu, rytmu og villum moves – og við at tora at fylla rúmið við sínum egna kroppi.
Breakdansur snýr seg ikki bara um teknikk, men eisini um nakað, sum er umráðandi í einum fólkaræði: at hava dirvi til at úttrykkja seg, at virða ymisleikan hjá hvørjum øðrum og at geva pláss, tá onnur eiga tørn í ringinum. Í hesari verkstovuni er tað ikki bara ein rættur máti at dansa – stílurin og hugskotini hjá øllum telja við.
Vit fara bæði at dansa saman og einsamøll, byggja sjálvsálit og sleppa hugflognum leysum gjøgnum rørslu. Øll kunnu vera við uttan mun til royndir.
Á verkstovuni fara tit at hitta tveir veruligar proffar:
Viktoriu Lie úr Ukraina – breakdans-meistara og dómara
Philip Nordström úr Svøríki – svenskan meistara í beatboxing og tónleikara
Aldursbólkur: úr 6 ár
Vit dansa breakdans er partur av okkara barnafestivali Frítt Flog, sum í ár snýr seg um fólkaræði. Í eini tíð, har felagsskapur og samrøða eru meira umráðandi enn nakrantíð, gevur Frítt Flog børnum møguleika fyri at uppliva fólkaræði í praksis – gjøgnum list, spæl og virkna luttøku í felagsskapi. Festivalurin savnar norðurlendsk listafólk og bjóðar upp á nógv ymisk listalig úttrykk, sum fáa børn til at uppliva, granska og vera við.
