Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
17. mai 2025 kl. 17 - 17:01
Hvar
Gallarí Havnará

‘Vit eru næstan har’

Fernisering í Gallarí Havnará.
Vit bjóða tær inn í ein heim av litum, kenslum, romantikki – og eina løtu, tú ikki fært aftur. Drykkir, okkurt at tyggja uppá, góð fólk. Og list. List av høgari góðsku.
Vit enda framsýningina við / LISTAFÓLKAPRÁTIÐ /
Ein samrøða við listafólkini. Eitt innlit í teirra dreymar, teirra stríð, teirra ferð og teirra list.
Teir tríggir listamenninir eru / Simon Fensholm / Ólavur Sv. T. Thorsteinsson (TRÖDL) / Rólant L. av Reyni /
Hvørjir eru teir?
/ Simon Fensholm (DK) /
Ein meistari í at fanga tað, vit gloyma í gerandisdegnum. Við litum og kenslum smíðar hann brot úr minninum – eitt broyskið samfelag sett saman av smáum, týdningarmiklum løtum.
/ Ólavur Sv. T. Thorsteinsson (FO/DK) / TRÖDL /
Ein droymari. Ein skapari av litføgrum heimum, har náttúra, menniskju og nostalgi sveima saman sum orðaleysar yrkingar.
/ Rólant L. av Reyni (FO) /
Ein dansari við penslinum. Ein tónleikari við litum. Hann flytir teg millum skap og rúm, millum náttúru og sinnið – har lívið sjálvt sveimar.
Gloym alt um fomo, kom júst sum tú er, ella tak ein vin ella tveir við tær. Hetta verður ein av teimum heilt serligu framsýningunum.
Vit síggjast!