Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
28. apríl 2025 kl. 20 - 20:01
Hvar
B36 Tórshavn
Prísur
Ókeypis atgongd

Vit fegnast um allar hjálpandi hendur – Kom við í hópin

Fyri at fáa enn fleiri at vera við til at lyfta í felag verður skipað fyri einari lættari máltíð í B36-húsinum tann 28. apríl klokkan 19.00, har tey, sum vilja veita eina hjálpandi hond sum innkrevjari, á børuliðnum ella aðrastaðni í sambandi við heimadystirnar í Gundadali, kunnu melda seg til.
Tað ger stóran mun – um tað so bara er ein einkultan sunnudag um árið.
Jan Poulsen, stjóri, og Marita Debess Magnussen, forkvinna, fara hetta kvøldið at greiða frá, hvat tað inniber.
Í B36 arbeiða fleiri av okkara sjálvbodnu eldsálum hvønn dag við breiddini og teimum bestu í einum sunnum ítróttaumhvørvi, har vit vilja skapa vinnarar í breiðari merking. Í okkara felag skulu øll kunna mennast sosialt og ítróttaliga, har úrmælingar eisini fáa dirvi og førleikar at elta sínar fótbóltsdreymar.