Dámar tær væl tógv og at binda ella hekla?
So kom til KIP (knit in public) tiltakið á trappuni í Vágsbotni, leygardagin, tann 14. juni 2025!
Tiltakið er ókeypis og hevur til endamáls at savna øll bindi- og tógváhugaði. Tá fleiri fólk innan sama áhugamál eru savnað eru bæði lærdómur og nýggj vinarbond at finna. Okkara vón er at hitta royndar og óroyndar bindarar og tógvelskarar í øllum aldri og úr øllum landinum!
So tak stokkarnar ella heklinálina við í taskuna, bindivinin undir armin og kom ein túr oman á trappuna at hugna tær saman við øðrum tógváhugaðum!
Deilið tiltakið við tykkara bindivinir og tey sum tú ynskir at hava við tær.
Tiltakið er frá kl. 12-15 og eg vóni at uppmøtingin verður líka góð í ár ella kanska betri.
Gott at hava við:
– Sitipútu! Steinarnir eru kaldir og harðir at sita á, og um tú ætlar at sita líka leingi sum er, so er hendan eitt must.
– Termokrúss! Eg klári meg í hvussu so er ikki so nógvar tímar uttan ein kaffimunn.
– Stokkar/heklinál! Ein sjálvfylgja, men um tú skuldi goymt tað, so ert tú vælkomin hóast alt.
Vit gleða okkum til at síggja tykkum!