Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
19. september 2025 kl. 09:30 - 11
Hvar
Grønlendingahúsið
Prísur
DKK 2.500

Yoga ímóti strongd

– Eru ferðin og krøvini hægri enn at tú megnar at fylgja við? 
– Hevur tú spenningar í kroppinum ella høvdinum? 
– Hevur tú tankameldur? 
– Svevur tú illa ella ov lítið? 
– Hevur tú hjartabankan? 
– Merkir tú órógv og ótta? 
– Finnur tú ikki tíð til at hvíla teg og at løða upp? 

Kennir tú teg aftur og kanst svara ja til nakrar ella fleiri av hesum spurningunum, so bjóði eg tær eitt róligt og vinarligt rúm, har tú hevur møguleikan fyri at koma heilt niður í ferð. Har tú kanst venda tær inneftir og merkja, hvussu tú hevur tað. Yoga er eitt gott amboð ímóti strongd og er avstreingjandi fyri bæði kroppin og sinnið uppá fleiri mátar.

Vit fara at gera yogavenjingar fyri kroppin, sinnið og andadráttin, og vit fara eisini at finna djúpa hvíld. Eisini verður tað tíð til at tosa um og deila, hvussu vit hava tað. 

Tú ert vælkomin til at ringja ella at skriva til mín, um tú hevur onkran fyrispurning ella ivamál. 

Melda teg til við at ringj ella at skriva til mín.

Telefon 21 99 59
salarfodi@gmail.com

Skeiðið verður 10 fríggjadagar.

Skeiðið er fyri kvinnur og menn, ung og eldri. Tú nýtist ikki at hava royndir innan yoga, bara eitt ynski um at fáa tað betri og at taka hond um teg sjálvan.

Pláss er fyri 8 luttakarum.

Eg havi alla útgerð, so tú nýtist ikki at hava nakað við. 

Eg bjóði yoga-te og okkurt lætt søtt og sunt afturvið. 

Blíðar heilsanir Sóleyð