Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
01. juni 2025 kl. 11 - 14
Hvar
Ovasavnið
Prísur
DKK 550

Yoga og Brunsj í Nólsoy

Vit fara at gera góðar og nørandi yoga venjingar, sum stimbra bæði sinn og skinn, og eisini fara vit at finna djúpa hvíld og sissa okkara nervalag, so vit kunnu fylla okkum við góðari og nýggjari orku. Aftaná fer Maud at borðreiða okkum ein lekkran heilsugóðan og heimagjørdan brunsj. 
Tað er eisini møguleiki fyri at ganga sær ein túr í bygdini og at dyppa á sandinum.

Hetta tiltakið er ætlað øllum, so um tú hevur roynt yoga fyrr ella ikki, so kom akkurát sum tú ert.

At hava við: yogamáttu, eitt teppi at balla teg við og møguliga ein yoga blokk ella eina pútu. Og dyppiklæðir um tú ætlar at dyppa.

Pláss er fyri 14 luttakarum.

Melda teg til og frætt meira á: salarfodi@gmail.com

Báturin siglir úr Havn kl. 9.30 og úr Nólsoy kl. 13.25.
Kostnaður fyri ferðing er ikki við í prísinum.