Loading Events
Nær
15. november 2025 kl. 15 - 18:35
Hvar
Hotel Føroyar
Prísur
DKK 2375 – 2995

Yoga Retreat

»Retreat« merkir at trekkja seg ella at taka seg burturúr tí vanliga gerandislívinum og at hava stundir og umstøður til at venda sær inneftir. 

Í myrku og køldu árstíðini, og áðrenn jólaresið veruliga byrjar, fara vit at fylla okkum við góðari orku og eginumsorgan og geva okkum stundir til at hvíla og merkja sálaró.

Skráin sær (áleið) soleiðis út: 
15.00: Innskriving 
15.30: Ábit og smoothie 
16.30- 17.30: Yoga  
18.00: Nátturði 
20.00-21.15: Góða nátt Yoga 
8.00-9.00: Góðan morgun Yoga 
9.00-11.00 Morgunmatur 
12.00: Útskriving 

Tú kanst velja at yvirnátta á: 
Einakamari fyri 2.995 kr. 
Dupultkamari fyri 2.375 kr. 

Afturat øllum hesum bjóði eg tær eisini Nada 5-punkt akupunktur, sum hjálpir tær at fáa javnvág í kropp og sinn, fyri einans 150 kr. 

Melda teg til við at skriva til salarfodi@gmail.com.

Seinasta freist at melda til er 12. oktober! 

Pláss er fyri 20 luttakarum 

Yoga Retreatið er fyri kvinnur og menn, ung sum eldri. Tú nýtist ikki at hava royndir innan yoga, bara eitt ynski um at geva tínum kroppi og sinni eitt innarligt andahol, har tú kanst finna sálaró. 

Eg gleði meg til hetta vikuskiftið saman við tær 💖

Namasté Sóleyð