Loading Events
Nær
15. november 2025 kl. 11 - 11:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Yrkisbøkur á føroyskum – hvør tekur ábyrgd?

Høli: Skálin
Longd: 45 min.

Hvat hendir, tá okkum manglar yrkisbøkur um okkara egna samfelag – á egnum máli? Í hesum pallborðsorðaskiftinum hyggja vit at tørvinum á yrkisbókmentum um føroysk viðurskifti, skrivaðar á føroyskum. Tí, hvar er vitanin, um hon ikki er á móðurmálinum?

Við støði í arbeiðinum at lyfta føroyskar yrkisbókmentir fer pallborðið at kjakast um avbjóðingarnar og møguleikarnar fyri at gera, útgeva og at breiða út nýggja vitan – á føroyskum og um føroyska veruleikan. Hví hevur hetta týdning fyri lærarar, journalistar, politikkarar og onnur, ið eru við í samfelagskjakinum? Hvat missa vit, tá vit ikki hava hetta á okkara egna máli?

Eitt viðkomandi orðaskifti um mál, vald og atgongd til kunnleika – í einari tíð, har lítlu málini berjast fyri at vera sjónlig og viðkomandi.

Universitetsforlagið Fróðskapur hevur í 20 ár útgivið nærum 100 bøkur um gransking í og um Føroyar. Nógvar av hesum eru á føroyskum, aðrar á einum av norðurlendsku málunum ella á enskum. Hesi seinastu árini eru flestu bøkurnar talgildaðar og lagdar út á netið at brúka ókeypis.

Máltøknideplin hevur fingið loyvi at nýta hesar tekstirnar í arbeiði sínum. 

Tiltakið tekur støði í endamálinum hjá Forlagnum Fróðskapur, sum er at geva út dygdar yrkisbókmentir um føroysk viðurskifti á føroyskum.

Fyriskipari: Forlagið Fróðskapur