
Upplivingar í Havnini
Bátatúrar

Norðlýsið
Túrarnir við Norðlýsinum snúgva seg um at njóta smáu løturnar her sjálv ferðin er endamálið. Streymur og vindur avgera kósina, so motorurin verður nýttur minst møguligt. Dentur verður lagdur á, at gestirnir uppliva ferðina sum friðsæla og stimbrandi. Fiskið við snøri ella njótið løtuna við einum heitum koppi í hondini.
Hvar: Av Høgukai, Tórshavn
Nær: Leygardagar og bólkatúrar eftir umbøn
Rib62
Her er høvið at síggja Føroyar úr einum heilt serligum sjónarhorni. Við hesum skjóttgangandi bátunum, ber m.a. til at síggja tað ríka fuglalívið í hestbjørgunum og heimsins størstu sjóholu, Klæmintsgjógv. Sum nakað nýtt, kanst tú nú eisini sigla út til Koltur týsdagar og hósdagar.
Hvar: Gamlarætt
Nær: Hest hvønn dag, Koltur týsdagar og hósdagar


Enniway
Bjóða túrar til Nólsoynna og út í Hest. Á serstøku kvøldartúrunum verður siglt eftir Nólsoyarfirði ella kring Nólsoynna. Eisini ber til at bíleggja mat, sum kann njótast ímeðan siglt verður.
Hvar: Undir Bryggjubakka, Tórshavn
Tórshavn Sea Adventure
Bjóða túrar við báti úr Vágsbotni út á Nólsoyarfjørð, eystur um Nólsoynna og har, ið veður er at sigla.
Her ber til at síggja bæði ríkt fuglalív og vakra náttúru. Tú kanst eitt nú velja ímillum fiskitúrar og rundferðir at síggja lunda.
Hvar: Undir Bryggjubakka, Tórshavn
Nær: Hvønn dag, fleiri túrar

Gongutúrar

Hiking.fo
Kom við á túr til miðpunkt Føroya! Túrurin byrjar við Tíggjará í Kaldbaksfirði, og gingið verður upp í 346 metra hædd til ferðalagið kemur til miðpunkt Føroya.Eftir hetta verður gingið til vøtnini Brúnavatn og Stóravatn, og síðani til Kaldbaks.Túrurin verður gjørdur við 4 ella fleiri fólki.
Hvar: Har ið sjógvurin møtir Tíggjará, Kaldbaksbotnur
Marka
Tak eina løtu úr gerandisdegnum og kom við út í vøkru náttúruna við familju, vinum ella starvsfeløgum. Hoyr søguna um hendingaríku miðjuna í Føroyum og njót ein betri bita av Oyrareingjagarði. Túrurin er skipaður við íblástri úr Seyðabrævinum. Túrurin verður gjørdur við minst 10 ferðandi.
Hvar: á Oyrareingjum


Túrur í Tinganesi – Visit Tórshavn
Túrur við ferðaleiðara á Tinganesi og á Reyni, ið er søguliga kjarnan í høvuðsstaðnum.
Í fortíðini hevur økið verið merkt av trongum handilsligum korum, politiskum stríði og enntá romantikki.
Túrurin kann bíleggjast til bólkar eftir umbøn.
Hvar: Steinatún, Tórshavn
Útferðir
Heimdal Tours
Útferðir til nøkur av vakrastu støðunum í Føroyum. Túrarnir byrja í Havn, har fólk verða heintað á sínum bústaði. Síðani verða tey koyrd til tey ymsu støðini, ímeðan ferðaleiðarin greiðir frá. Túrarnir vara umleið 6 tímar og eru tøkir fleiri dagar um vikuna. Einstaklingar kunnu bíleggja. Eisini gera tey fjallatúrar.
Hvar: Tórshavn


Gongutúr við bóndanum í Norðradali
Far gongutúr við bóndanum í Norðradali, har greitt verður frá ymsum søgum og sagnum úr vøkru bygdini. Túrurin sýnir ymisk áhugaverd støð á fjallinum og í bygdini. Kaffi, rabarbudjús og heimabakstur eru við í prísinum. Túrurin endar heima hjá bóndanum. Túrurin kann bíleggjast til minst 2 persónar allar dagar.
Hvar: Norðradalur
Faroeway
Flestu túrarnir byrja í Havn, og gestirnir verða heintaðir á sínum bústaði. Síðani gongur leiðin út til tey mest hugtakandi støðini, sum landið hevur at bjóða, eitt nú Kirkjubø og Oyggjavegurin. Allir hesir túrar eru tøkir 1-3 ferðir um vikuna.
Hvar: Tórshavn


Outdoor Faroe Islands
Royn spenningin við rennistrongi yvir vøkru víkina í Gomlu Hoyvíkini. Ein uppliving bæði fyri teg, sum dámar spenning og náttúru. Eisini ber til at fáa snikkað saman bólkatúrar.
Hvar: Gamla Hoyvíkin
Nær: mán-, mik- og hósdagar
Berg Hestar
Beint uttanfyri Tórshavn ber til at fara við ferðaleiðara á íslendskum rossum og síggja føroysku náttúruna á hestabaki. Túrarnir eru alt úr 1,5 tíma til ein heilan dag. Rossini kunnu bera fólk, sum viga í mesta lagi 90 kg.
Hvar: Tórshavn
Nær: eftir umbøn


NAX – North Atlantic Experience
Royn teg úti í náttúruni, bæði á landi og sjógvi. Við NAX kanst tú rapella, sigla við kajakk, fara við rib-báti og á gongutúrar í haganum.
Hvar: Gamlarætt, Hoyvík, Hestur og Tórshavn
Yoga á Velbastað
Royn Flow Yoga heima hjá Heibrith við besta útsýnið, ið bygdin hevur at bjóða. Arbeitt verður við styrki, útstrekking og javnvág. Venjingarnar eru samansettar við andadrátti í huga. Til ber at fara í sauna, og Heibrith bjóðar vatn við urtum, te og eitt gott prát aftaná venjingina.
Hvar: Velbastað
Nær: eftir umbøn.


Rent a Bike & Outdoor
Rundtúrar við ferðaleiðara á súkklu ella elsúkklu til lokalar perlur í Havnini, Kirkjubø og Norðdalsskarð. Eisini ber til at fara ein moutain bike túr við staðkendum ferðaleiðara.
Súkklurnar eru eisini tøkar at leiga uttan ferðaleiðara.
Hvar: Tórshavn
Nær: týs-, mik-, hós- og sunnudag
Aðrar upplivingar

Heimablídni á Velbastað
Njót eina lekkra, burðardygga, 4-rættaða máltíð við vinum í heiminum hjá bóndunum Onnu og Óla. Kjøtið er veitt úr teirra haga, laksurin frá einum granna og dessertin heima úr havanum. Ein uppliving fyri lívið! Bert fyri bólkar.
Hvar: Velbastað
Nær: eftir umbøn
Verkstova við náttúruprenti
Listakvinnan, Edith Mørkøre, lærir teg at gera tíni egnu prent av eini hvørjari blómu, blaði ella plantulívi, ið tú hevur funnið. Náttúruprent er ein vakur og serstakur háttur at varðveita náttúruna heima hjá tær. Alt tilfarið er tøkt, tá tú kemur, og verkstovan er fyri roynd sum óroynd.
Hvar: Í Hoyvík,
Nær: hvønn gerandisdag.


Skýming
Kom við í føroyskan bindiklubb heima hjá Gunnvá og Elini. Á kvøldinum greiða tær frá føroyskari ull, bindimynstrum og søguligu mentanini handan bindiklubbar. Meðan tit binda, borðreiða tær við kaffi, te og heimabakaðari køku. Nýbyrjarar eru vælkomnir. Tógv og stokkar fylgja við í prísinum.
Hvar: Havn
Nær: mána- og mikukvøld frá kl. 20.00 til 23.00
Øl-gonga
Royn ein øðrvísi gongutúr í Havn við ølsmakking frá OY og Mikkeler. Sí býin, hoyr áhugaverdar søgur og royn 7 ymiskar øl saman við stað- og ølkendum ferðaleiðara. Tú fært smakkiglasið við sum minnislut.
Hvar: Tórshavn
Nær: hósdagar kl. 16.30

Vitjanarverd støð í Havnini

Kirkjubøur
Kirkjubøur er ein av elstu og søguríkastu bygdum í landinum. Vitja Ólavskirkjuna, sum er elsta kirkjan í Føroyum, søguliga Kirkjubømúrin frá 1300-talinum og Roykstovuna, sum er partur av størsta kongsgarðinum í Føroyum. Eisini ber til at fara ein familjuvinaligan gongutúr út á Bø.
Til ber hjá bólkum at bíleggja søguliga frágreiðing á staðnum.
Sornfelli
Um tú koyrir úr Tórshavn eftir Oyggjarvegnum, kemur tú til ein smalan, brattan síðuveg á vinstru hond (umleið omanfyri Kaldbakstunnilin). Hesin vegur førir upp ímóti Sornfelli, og er hægstliggjandi vegur í Føroyum. Hiðani kanst tú, fáa bergtakandi útsýni út yvir fleiri av føroysku oyggjunum og síggja flotta litspælið á himmalinum í sambandi við sólsetur.


Nólsoy
Gandakenda oyggin, hvørs náttúruvakra landslag stendur sum brimgarður fyri Havnina, bjóðar vitjandi á eina ógloymandi ferð í djóraveldinum í Nólsoy. Vitja Korndal við staðbundnum ferðaleiðara og hoyr søgnina um prinsessuna, ið rýmdi undan kongstign fyri kærleikan. Nýggja, stásiliga Ovasavnið sigur frá ævintýrkenda kappanum, ið róði við Dianu Victoriu úr Nólsoy til Langelinie at kyssa Havfrúnna.
Klæmintsgjógv
Klæmintsgjógv er søgd at vera heimsins størsta sjóhola. Gjógvin er á eystursíðuni av Hestoynni. Umframt stórslignu sjóholuna er eisini ríkt fuglalív í økinum. Onkuntíð eru enntá grottokonsertir í sjóholuni. Eitt nú við Norðlýsinum í sambandi við Summartónar.
Tú kanst vitja holuna við bátatúrum hjá Rib62 ella Nax


Koltur
Vakra oyggin Koltur er útvald at hava fyrsta náttúrufriðlendi í Føroyum. Landslagið er serstakt og fjølbroytt við nógvum djóra- og plantusløgum. Orsakað av, at oyggin hevur verið rættiliga avbyrgd, hevur Koltur verið væl vard ímóti ídnaðarligari ávirkan. Hon gevur tí eina góða fatan av, hvussu føroyingar í farnari tíð hava livað við og av náttúruni.
Gamla Hoyvíkin
Í einum vøkrum grønum dali beint uttanfyri Tórshavn og í stuttari gongufrástøðu frá Tjóðsavninum, finnur tú Hoyvíksgarð. Ein gamal føroyskur bóndagarður í serstakliga flottum umhvørvi. Longur niðri kemur tú til víkina, har tað liggur væl fyri at fáa sær eitt dypp á sjónum, og eisini ber til at leiga heitan pott og sauna og nú eisini at royna rennistrong.


Norðradalsskarð
Á Norðradalsskarði, ið liggur høgt uppi, ber til at fáa nøkur av undurfagrastu útsýnunum í Føroyum.
Koyr úr Tórshavn niðan á Oyggjavegin, sneið av inn til Norðradals, og sí vegin, ið yndisliga snarar seg oman í bygdina við Koltri í baksýninum. Tað ber eisini til at ganga ella súkkla úr Tórshavn til Norðradals.
Hoydalar og Svartifossur
Svartifossur rennur oman gjøgnum Hoydalar og er gamla markið millum Tórshavn og Hoyvík. Fossurin og grøna økið kring fossin við mongu gøtunum er friðað. Gakk ein túr frá Tórsbreyt, steðga við Svartafoss og halt fram eftir gøtuni oman Hoydalar og Boðanesgjógv. Ein sera náttúruvakur túrur við bæði fossi, áum, trøum og, á sumri, blómum.


Kongaminnið
Kongaminnið minnisvarðin er ein basaltsobeliskur, sum varð reistur í 1882 til minnis um vitjanina hjá danska konginum, Christian IX, í 1874. Hetta var fyrsta vitjanin av einum donskum kongsvaldi.
Her fært tú eitt framúr útsýni yvir býin, og tað er skjótt og lætt at ganga niðan til Kongaminnið úr miðbýnum.