Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Georg Casper Hansen (1844-1924)

Undangongumaður og tónleikalærari. Fór at undirvísa í 1870-árunum og menti tónleikin í Havn. Stovnaði í 1890-árunum Havnar Hornorkestur. Var kendur sum bakar Hansen.

Georg Hansen. Heimild: Tjóðsavnið

Bakar Hansen varð fylgdur til gravar av stórari mannamúgvu. Hann hevði búð 55 ár í Havn, og tey seinastu uml. 20 árini hevði hann einans undirvíst í tónleiki. Tað sigst, at hann undirvísti næmingum næstan til deyðadag sín. Á grøvini varð sagt, at hann elskaði blómur og tónar, fuglasong og streingjatónleik. Tað vóru fyrstu næmingar hansara, ið bóru hann til gravar.

Hann varð føddur í Neksø í Bornholm. Faðir hansara var skipari og sigldi fyri Restorffs handil. Í 1866 er hann við sum kokkadrongur. Tá gevur gamli Restorff honum tilboðið at gerast bakari. Hann tekur av og kemur útlærdur aftur til Havnar í 1867. Hann starvast leingi í hesum yrkinum, men í 1870-árunum fór hann eisini at undirvísa í violinspæli.

Bakar Hansen gjørdi mangt fyri at økja um áhugan fyri tónleiki í Havn. Saman við øðrum skipar hann m.a. fyri Føroya fyrstu strúkikvartett, har hann sjálvur spælir sello. Hansara stóra virksemi tíðina um aldarskiftið 1900 er gjølla lýst í Dimmalætting í 1922 í sambandi við 78 ára føðingardag hansara:

“Først i 90erne begyndte Georg Hansen at arbejde for Oprettelsen af et Hornorkester i Thorshavn. Og det lykkedes i Løbet af forholdsvis kort Tid at faa dannet et saadant Orkester. Hr. Hansen var lærer, og han deltog selv i Hornblæsningen og var i mange Aar Orkestrets Dirigent. I Slutningen af 90erne sammensluttedes Musikforeningen “Tjaldri” og Sangforeningen “Ljómur” til én Forening, og Georg Hansen var lang Tid Dirigent saavel for Musikforeningen som Sangforeningen. I Hornblæsningen deltog han saa længe hans Kræfter tillod, …”

Í 1922 varð G.H.M. (Georg Hansens Minde) sett á stovn fyri at heiðra hann. G.H.M. fylti 100 ár tann 14. mai 2024.

Heimildir:

Fara til Danmarkar at heiðra faðirin at føroyskum tónleiki: https://www.dimma.fo/grein/fara-til-danmarkar-at-heidra-fadirin-at-foroyskum-tonleiki

Georg Hansen 3. september – 15. februar 1924. Í: Tingakrossi 20. februar, 1924. Tórshavn.

Long, Rikard. 100 ár Georg Kaspar Hansen 3. september 1844 – 3. september 1944. Í: Tímanum 31. august, 1944. Tórshavn.

Musiklærer Georg Hansen. Í: Dimmalætting 6. september, 1922. Tórshavn.

Viðstein M.S. Horvnar Havnarmyndir. 1983. Tórshavn.