Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Haruveiða í Føroyum

Hesin teksturin er ein samandráttur av verkinum hjá Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum



Hendan íløgan, áljóðandi 5 ríkisdálar og 32 skillingar, man vera besta íløgan, sum nakrantíð er gjørd í Føroyum. Hesir pengarnir eru grundarlagið undir allari haruveiðu, sum í dag er í Føroyum, og eru eisini orsøkin til, at haruhagarnir í Føroyum á hvørjum ári verða seldir fyri fleiri hundrað túsund krónur tilsamans, teir dýrastu fyri 20-30.000 kr.


Sostatt hava hesir fimm dálarnir givið avkast upp á fleiri milliónir krónur í tey gott 150 árini, sum haruhagar hava verið seldir í Føroyum.

Eyðfinn Magnussen

Føroysk hara, januar 2019. Mynd: Harald Bjørgvin

Niðanfyri: Samlaða talið av skrásettum skotnum harum, sum vórðu skotnar í teimum ymisku høgunum í Føroyum í 2018.

Samlaða talið gjørdist 5.136 harur, sum vórðu skotnar í 247 høgum kring landið. Í 34 høgum varð ikki skotið.

Myndin vísir talið av harum, sum eru skotnar í tí haganum, har teir skutu flestar harur, árini frá 2012 til 2018.
Reyða linjan vísir túratalið.

Tal av skotnum harum í Føroyum í 2018, býtt sundur á oyggjar.

Tær tíggju bygdirnar í Føroyum, har flestar harur vórðu skotnar í 2018.