Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Henriethe Elisebeth Nolsø (f. Løbner) (1825-1906)

Húsfrú í Nólsoyarstovu og einkja eftir Napoleon Nolsøe, gamla doktara. Tiltikin ferðakvinna. Móðirin var úr Havn, og faðirin var Løbner, amtmaður. Frúutrøð hevur navn eftir henni.

Henriethe Nolsø. Heimild: Tjóðsavnið

Tá ið Henriethe fór til gravar sunnudagin tann 11. november 1906, fylgdi stór fjøld henni út á Svínarygg. Hon varð grivin undir liðini á móðurini, Anna Sophie Løbner (f. Kjelnæs) (1786-1872), amtmanseinkju úr Havn. Faðir hennara, Emilius Løbner (1766-1849), var fluttur aftur til Danmarkar í 1825.

Hon telist sum eindømi millum kvinnur í Havn, tí hon ferðaðist víða. Fleiri ferðir ferðaðist hon til býir í Evropa, eitt nú til kurstaðin Montreux við Genevevatnið. Hon ferðaðist eisini til Danmarkar og til Edinburgh, har hon hevði vinfólk.

Henriethe býr saman við móðurini í Quillingsgarði, men gerst seinni húsfrú í Nólsoyarstovu. Í 1874 giftast hon og Napoleon Nolsøe (1809-1877), vanliga nevndur gamli doktari. Tey máttu bíða í 25 ár, tí foreldur hennara vóru ímóti giftuni. Hon gerst longu einkja í 1877.

Í Nólsoyarstovu býr hon tignarliga í gamaldags íbúð við tungum mahognimøplum og sjáldsomum prýðislutum. Carolina Heinesen, móðir at rithøvundinum Williami Heinesen, umrøðir í sínum endurminningum, hvussu ognir Henriethe vórðu seldir eftir deyða hennara: “Da Fru Nolsøe døde, blev så alle hendes smykker, hvoraf hun havde mange, især ringe, og alle hendes fine ting solgt på auktion.

Frúutrøð, sum er miðskeiðis í býnum, hevur navn eftir Henriethe. Hon arvaði trøðna eftir móðurina, ið hevði tikið við henni eftir Løbner. Seinni eigur Poul Kjelnæs trøðna.

Heimildir:

Memoirer efter Caroline Heinesen, f. 1873 (óprentað handrit).

Nolsøe, Jens Pauli A. & Jespersen, Kári. Havnar søga III. 2009. Tórshavn.

Nolsøe, Jens Pauli A. & Jespersen, Kári. Havnar søga IV. 2009. Tórshavn.

Patursson, Súsanna Helena. Henrietta Nólsoy 13. apríl † 7. novembir 1906. Í: Oyggjunum 4. desember, 1906. Tórshavn.

Suðurstreymoyar kirkjubók. Deyðar kvinnur 1872, bls. 246.

Suðurstreymoyar kirkjubók. Deyðir menn 1877, bls. 60.

Suðurstreymoyar kirkjubók. Vígd 1874, bls. 143.