
Huldulitt 2026
Huldulitt
Huldulitt í Havn frá 31. januar til 8. februar!
Tá vit siga farvæl við huldufólk, álvar og trøll, áðrenn tey fara í híð, nú vit nærkast ljósari tíðum.
Huldulitt lýsir upp myrkastu tíðina á árinum við ljósi, sagnum og huldufólki.
Uppliv føroyska siðsøgu gjøgnum søgur um huldufólk, álvar og trøll, tá Tórshavn verður umskapað við gandakendum ljósinstallatiónum, list og tónleiki.
Viðarlundin verður gjørd um til eina huldulund prýdd við ljósi og kreativum verkum frá skúlum og stovnum í kommununi og við einum loyniligum portali. Miðbýurin í Tórshavn, eins og gamli kirkjugarðurin, verður eisini lýstur upp við ljósinstallatiónum, millum annað einum animeraðum listaverkið við Elinborg Lutzen og William Heinesen.
Huldulitt byrjar 31. januar, og er ein vika, har vit leggja dent á føroyskar sagnir og siðaarv og lýsa hetta við ymiskum ljósinstallatiónum og tiltøkum í býnum, og samstundis styrkja føroyska samleikan og mentanararv, heilt til 8. februar.
Tak Huldulitt skránna niður
Huldulitt er stuðlað av:

Tiltøk á ávísum døgum:
Brellbitar verða kunngjørdir her á síðuni og á Facebook, til endaliga skráin verður avdúkað.

Setan
Røða, søguforteling, tónleikur og okkurt gott omaná
Avdúking
Ljósinstallatión við myndum av Elinborg Lutzen.
Bárður Jákupsson, ið hevur skrivað bókina “Elinborg Lutzen, Svart-hvítur gandur”, heldur røðu
Gómagott hevur gótt tilboð uppá kakao og bollar.


Konsert: FRUM
Eftir avdúkingina av ljósinstallatión, verður tað konsert við FRUM
Silent Disco
Kom og dansa millum trø, skuggar og yvirnatúrligar verur, tá Huldulitt Silent Disco fyri fyrstu ferð nakrantíð verður í viðarlundini
Keyp atgongumerki her:SILENT DISCO


Kom á gátt: Williamshús
Kom á gátt í heiminum hjá Williami Heinesen og hoyr um huldu- og trøllaverur hansara
Keyp atgongumerkið her: WILLIAMSHÙS
Klippiverkstova: Vit klippa trøll
Verkstovan “Vit klippa trøll” verður í Býarbókasavninum sunnudagin 1. februar kl. 14.00-16.30. Elisabeth á Mýrini leggur lag á trølla-klippi-verkstovuna, sum er fyri børn og vaksin.
Verkstovan er ókeypis.


Huldugonga
Ein ferð ígjøgnum viðarlundina í myrkri, meðan søgur verða sagdar og greitt verður frá forniskum sagnarverum og sigum
Keyp atgongumerkið her: HULDUGONGA
Søgur úr kirkjugarðinum
Hoyr spennandi søguna um Daniel Jacobsen Danielsen, vanliga kallaður Dollin, sum hevur havt ein týdningarmiklan leiklut í heimssøguni, tá talan er um mannarættindi.
Keyp atgongumerkið her: SØGUR ÚR KIRKJUGARÐINUM


Huldusøgur og gandakendar løtur
Huldufólk hava set dám á Føroyar í øldir, men søgurnar um huldufólk eru fækkaðar seinnu árini. Kom tí ein túr í Ullvøruhúsið og hoyr søgur og sagnir um Huldufólk í Føroyum.
Huldusúkkling
Lýsandi súkklurekkjukoyring!
Rent-A-Bike og Súkkluverkstaðið hjá Gunnari vera á staðnum, har tey veita ymiska kunning og ábøtir til súkklur, og tú kanst royna teg á súkkluroyndarbreytini.


Víkingaheimur í Huldulundini
Bálstaður og huldusøgur við víkingunum
Sagnir & ævintýr v/ Jákup Veyhe & hettarher
Við ljósi, ljóði og rúmi fáa tit eina sansaliga uppliving og kensluna av at vera mitt í einum ævintýri
Keyp atgongumerkið her: SAGNIR & ÆVINTÝR


Hulduvenjing / Hulduyoga
Ven sum huldufólk. Rør teg í myrkri. Kom í hulduhýr.
Tiltøk ið eru alla vikuna:
Brellbitar verða kunngjørdir her á síðuni og á Facebook, til endaliga skráin verður avdúkað.

Vit klippa trøll
Alla vikuna fara myndaformar við trøllum at liggja frammi, so øll, sum hava hug, kunnu koma og klippa trøll.
Huldu-saunagos
Royn serstaka huldu-saunagosi í Ress spa við hulduljósi og huldu-smoothies
Bílegg pláss: Ress-spa


Huldulitt og hugnaligt
Katrina Christiansen bjóðar serstaka Huldumatskrá, livandi ljós, huldulist og hulduhugna allar dagarnar
Bílegg borð her: Kemur skjótt
Huldulitt á Hafnia
Kom á ókeypis hulduveiðu alla vikuna og sí ljósinstallatión á tekjuni


Søguveiða
Fá skattakort í Visit Tórshavn og far á søguveiðu við lummalykt í gamla kirkjugarðinum, við at skanna QR-kotur við gravirnar.
Myndasavn: Huldulitt 2025
Myndir: Erla Ziskasen, Faroephoto og AURA MYNDIR




















