Huldulitt
Huldulitt í Havn frá 1. til 9. februar:
tá vit siga farvæl við huldufólk, álvar og trøll, áðrenn tey fara í híð, nú vit nærkast ljósari tíðum.
Ein vika, har vit leggja dent á serføroyska søgu og siðaarv og lýsa hetta við ymiskum ljósinstallatiónum og tiltøkum í býnum, og samstundis styrkja føroyska samleikan og mentanararv.
Huldulitt
“Við Huldulitt er ætlanin at varpa ljós á okkara siðsøgu og mentanararv, nevnliga søgurnar og sagnirnar um huldufólk, álvar og trøll. Søgur, sum fleiri børn í dag ikki kenna ella bert kenna eina Disney-útgávu av”, sigur Tordis á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn. “Hendan tíðin kann vera sera myrk og tung, tí er upplagt við einum tiltaki, sum ger tíðina eitt sindur gandakenda við at ferðast inn í hulduheimin, har vit samstundis gleða okkum til ljósari tíðir og siga farvæl við hesar verur, sum bert trívast í myrkri”, sigur Tordis.
Hetta verður millum annað gjørt við at gera Viðarlundina um til eina gandakenda huldulund við ljósinstallatiónum, ymsum forvitnisligum lutum og einum hulduportali. Afturat tí, verður hon prýdd við verkum, ið stovnar og skúlar í kommununi hava evnað til.
Miðbýurin í Havn verður eisini prýddur við ljósinstallatiónum, eitt nú við einum huldutunli á Vaglinum og einum serstøkum veggjaprýði í Steinatúni við verum hjá Williami Heinesen, “William Heinsen er eisini kendur fyri at skapa og tekna trøll og aðrar verur við íblástri úr hulduheiminum, og er standmyndin, Tarira, í viðarlundini eitt dømi uppá tað – og nú koma hesar verur til lívs við einum animeraðum veggjaprýði”, greiður Tordis frá.
Sostatt verða sagnir, list, tiltøk og ljóð knýtt saman við Huldulitt tiltakinum.
“Setanin verður 1. februar, og tá fara fleiri støð og handlar í Havn at gera eyka burturúr, og áhugaverd tiltøk og konsertir vera eisini á skrá bæði á sjálva setanardegnum og alla vikuna, so tað er at hyggja í fjølbroyttu skránna, sum verður avdúkað skjótt.
Hevur tú eitt tiltak til skránna?
Øll eru vælkomin at skipa fyri einum Huldulitt-tiltaki og fáa tað í skránna við at venda sær til torsinfo@torshavn.fo
Huldulitt er stuðlað av:
Tórshavnar Kommunu og Visit Faroe Islands
Skráin verður avdúkað í næstum
Brellbitar verða kunngjørdir her á síðuni og á Facebook, til endaliga skráin verður avdúkað.
Setan av Huldulitt verður á Listasavnið Føroya tann 1. februar kl 15.30. Heidi L. Elgeirsdóttir, forkvinna í Mentamálanevndini, setir Huldulitt.
Aftaná setanina spælir Guðrið Hansdóttir nøkur løg, og Hjalmar Dam, sjónleikari og søguforteljari, sigur eina huldusøgu.
Aftaná setanina viðmæla vit at spáka ein túr oman gjøgnum Huldulundina og oman í Miðbýin, har fleiri spennandi tiltøk eru á skrá.
William Heinesen skrivaði søgur um, teknaði og klipti verur við íblástri úr gomlum sagnum um huldufólk, trøll og álvar, og komu hesar verur til lívs við hansara myndum og frásøgum. Randi Kúrberg fer at siga eitt sindur um William Heinesen og um huldu- og trøllaverur hansara. Eisini verður høvi at ganga runt í heiminum hjá Williami Heinesen og kaga inn í skrivismáttuna hjá stjørnuskaldinum undir Varða, sum hann eisini verður nevndur.
Ein túrur í Williamshús tekur á leið 45 min og kostar 100 kr. Atgongumerki: www.visittorshavn.fo/fo/shop
Ber tað til at gykla í myrkri? Kom og vita!
Gykl í myrkri er eitt heilt sermerkt show, sum kann upplivast hóast, tú ikki hevur sjón.
Showið verður framført í bølamyrkri. Sostatt kunnu fólk bæði við og uttan sjón uppliva hetta showið, har oyruni gerast eyguni. Tað er Ásbjørn Berthelsen, sum skipar fyri og hevur ment Gykl í myrki.
Gykl í myrkri hevur 16 ára aldursmark.
Atgongumerki: www.atgongumerki.fo