Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Innbjóðing: Verkstova um súkkling í Føroyum – 21. mai á Hotel Hafnia

Góðu tit,

Eg vil við hesum bjóða tykkum at luttaka á einari verkstovu um súkkling í Føroyum:
Hvussu hava vit súkklað í Føroyum? Hvussu gera vit tað í dag? Og hvussu kunnu vit saman skapa eina tryggari og burðardyggari framtíð fyri súkkling?

Tiltakið verður á:
📍 Parnass, Hafnia
📅 Mikudagin 21. mai 2025, kl. 9.00–12.30

Vit savna fólk úr ymiskum geirum at deila vitan, royndir og framtíðarætlanir. Høvuðsendamálið er at betra um umstøðurnar fyri súkkling – bæði fyri føroyingar og ferðafólk.
Á skránni eru framløgur og íblástur frá fólki úr ferðavinnu, almennum myndugleikum, kommunum og súkkluumhvørvinum. Vit fara eisini at vísa ein nýggjan kunningarfilm um atburð í ferðsluni, og verður møguleiki at koma við tínum íkasti til kjakið um súkkling.

Vit bjóða ábit og miðmála.
Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug áðrenn týsdagin 20. mai klokkan 15.
Sí skránna og melda til her:
https://forms.office.com/e/xueDFWWRKu

Vit gleða okkum at síggja teg!

Í samstarvi við verkætlanina SUB – Sustainable Arctic and Peripheral Biking Tourism