Joen Waagstein (1879-1949)
Lærari, ið var undangongumaður í tónleiki, list og ítrótti. Nam sær kunnleika til tekning og tónleik uttanlands. Tók læraraprógv í 1902. Gjørdi m.a. songløg til yrkingar eftir føroyskar høvundar. Fekk í lag ”Songbók Føroya skúla”.

Jógvan og Sanna Waagstein. Heimild: Tjóðsavnið.
Jógvan Waagstein, lærari og tónaskald, doyði hóskvøldið tann 15. desember 1949 á sjúkrahúsinum í Havn 70 ára gamal. Nøkur ár frammanundan var hann givin at undirvísa orsakað av sjúku. Hann undirvísti í meira enn 30 ár í Kommunuskúlanum og meira enn 40 ár á Læraraskúlanum. William Heinesen skrivar um Waagstein, at: “Hans drøm var at komme på kunstskole i København, men dette mente faderen ikke kunne føre til nogen acceptabel levevej.” Faðir hansara var eisini lærari, men gjørdist seinni keypmaður.
Waagstein fer í 1898 niður á Jonstrup seminarium, har hann fær undirvísing í tekning og tónleiki. Hetta gav honum størri kunnleika til hesar lærugreinir enn tann, ið føroyskir lærarar høvdu tá á døgum.
Tað segðist, at tá ið tú skifti orð við hann, vóru skúli, sangur og løg honum fremst í huga. Til skúlabrúks fekk hann í lag sangbókina ”Songbók Føroya skúla”. Harumframt savnaði hann gomul Kingoløg og gjørdi nýggj løg til føroyskar yrkingar m.a. eftir áarstovubrøðurnar. Millum størri tónaverk hansara telist Ólavsøkukantatan frá 1930. Í 1925 var hann við til at stovna Havnar Sangfelag. Tónleikaforløg góvu fleiri av hansara løgum út, serliga Wilhelm Hansens musikforlag í Keypmannahavn.
Jógvan Waagstein var eisini kendur listamaður. Knút Wang, politikari, skrivar í minningarorðum um Waagstein: “J. Waagstein var undangongumaður í tónleiki og fimleiki, … Næst kærleika sínum til song og musikk mundi hann seta kærleikan til málarakynstri, ...” Hann var millum teir fyrstu, ið málaðu landsløg, og fekk eisini málningar sýndar fram uttanlands.
Waagstein menti harumframt fimleikin í Havn. Í minningarorðum tann 17. desember skrivar Tingakrossur: “Ved Siden af sin Skolegerning udførte Waagstein et stort Arbejde iblandt Ungdommen. Han lagde Spiren til Byens gymnastiske Idræt og var Idrætsforeningens mangeaarige Instruktør.”
Í 1942 gjørdist hann heiðurslimur í Ítróttasambandi Føroya. Hann var ættaður úr Klaksvík, men flutti til Havnar ár 1900.
Heimildir:
Føroysk sangløg. Í: Tingakrossi 15. august, 1934. Tórshavn.
Heinesen, William: Joen Waagstein i Dansk Biografisk Leksikon på lex.dk. Hentet 31. oktober 2024 fra https://biografiskleksikon.lex.dk/Joen_Waagstein.
Jógvan Waagstein. Í: Tingakrossi 17. desember, 1949. Tórshavn.
J. Waagstein 70 ár. Í: 14. September 1. september, 1949. Tórshavn.
J. Waagstein deyður. Í: Føroya social-demokrati 17. desember, 1949. Tórshavn.
J. Waagstein død. Í: Tingakrossi 17. desember, 1949. Tórshavn.
Knút Wang. J. Waagstein f. 4/9 1879 – d. 15/12 1949. Í: Dagblaðnum 20. desember, 1949. Tórshavn.
Lærari. Jógvan Waagstein 70 ár. Í: Skúlablaðnum desember, 1949. Tórshavn.