Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Náttúrufriðøki og rannsóknarstøð

Vakra oyggin Koltur er útvald at hava fyrsta náttúrufriðlendi í Føroyum. Landslagið er serstakt og fjølbroytt við nógvum djóra- og plantusløgum. Enn eru sera fá innslødd sløg at finna á oynni, og orsakað av, at hon hevur verið rættiliga avbyrgd, hevur Koltur verið væl vard ímóti ídnaðarligari ávirkan í mun til aðrar føroyskar oyggjar. Hon gevur tí eina góða fatan av, hvussu føroyingar í farnari tíð hava livað við og av náttúruni.

Koltur er eitt sera vitjanarvert stað – men tað er ikki altíð líka atkomuligt. Rib62 og Norðlýsið gera túrar til Koltur.

Les meira um náttúrufriðøkið og rannsóknarstøðina her.