Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Jólamarknaðurin á Vaglinum!

Í smáttunum ber til at keypa sær okkurt heitt at drekka og okkurt søtt afturvið, meðan man nýtur góða jólastemningin í býnum.
Eisini eru har smáttur ið selja ymiskt heimavirka, so kanska man eisini finnur tí perfektu jólagávuna!

Øll eru vælkomin at leiga eina jólasmáttu!

Treytir fyri at selja í eini jólasmáttu á jólamarknaðinum

Vit fáa nógvar fyrispurningar um at vera við á jólamarknaðinum, so áhugin er stórur, og tí tilskila vit okkum rættin til at velja burturúr, fyri at básarnir og vøruúrvalið er fjølbroytt, og at jólamarknaðurin er fjálgur og hevur ein dám av jólahugna.

Niðanfyri berð til at taka leigusáttmálan til jólasmátturnar niður:
Praktisk kunning
Upplatingartíðir fyri jólamarknaðin:

29.november kl. 12 – 20 (Jólatræið á Vaglinum tendrar)

30.november kl. 14 – 20

5.december kl. 16 – 20

6.december kl. 12 – 20 (Barnajól)

7.december kl. 14 – 20

12.december kl. 16 – 20

13.december kl. 12 – 20 (Jólaskipið kemur)

14.december kl. 14 – 20

15.december kl. 14 – 20

16.december kl. 14 – 20

17.december Kl. 14 – 20

18.december Kl. 14 – 20

19.december Kl. 14 – 20

20.december Kl. 14 – 20

21.december kl. 14 – 20 (jólamenn á súkklu)

22.december kl. 14 – 21

23.december kl. 14 – 21

Leiga eina jólasmáttu við at útfylla skjalið niðanfyri:

Seinasta freist at søkja um at leiga eina smáttu er 1.november 2025, og vit venda aftur við nær og hvar í seinasta lagi 14.november 2025