Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Martin Christian Restorff

Martin Christian Restorff (1816-1897)

Keypmaður og bakari. Vanliga róptur gamli Restorff. Stóð fyri fyritøkuni M.C. Restorff og Sønner, ið tá á døgum var størsta fyritøka í Havn. Fyrsti heiðursborgari í Tórshavnar kommunu. Gjørdi nógv fyri at hjálpa teimum fátæku.

M.C. Restorff. Heimild: Tjóðsavnið

Tað var eitt sera stórt fylgi, ið fylgdi gamla Restorff til gravar. Hann doyði tann 24. juli 1897. Árið fyri varð hann á 80 ára degnum kosin heiðursborgari í Havn. Tá hevði hann búð her í nærum 50 ár. Í 1848 flutti hann higar úr Keypmannahavn. Hann starvaðist sum bakari og kondittari, men seinni stóð hann á odda fyri fyritøkuni M.C. Restorff og Sønner. Tá ið hann doyr, er henda fyritøka størsti skattgjaldari í býnum. Langabbasonurin, William Heinesen, ger hesa lýsing av fyritøkuni í stuttsøguni “Småstad og babel”:

“… monopolhandelens annexbygninger i bunden af Vestrevåg overtoges af en københavnsk bagermester, som her grundlagde en af øernes største klipfiskeproducerende virksomheder. Til bager Restorffs blomstrende handel knyttedes efterhånden en stor fiskerflåde, foruden to koffardiskonnarter og talrige mindre fartøjer til brug for den hjemlige kystfart. De store, øde klippetanger omkring vågenes mundinger frembød fortræffelige fisketørringspladser; nye bygninger skød op trindt omkring ved kysten, fiskehuse, saltlagre, bødkerværksted, transmelteri, ølbryggeri og kaffebrænderi, og for havnens fattige mænd og kvinder blev der arbejde at få, gode penge at tjene og varer at købe.”


Tá á døgum vóru nógv fátæk fólk í Havn. Móðir Williams, Carolina Heinesen, umrøðir í endurminningum sínum, hvussu abbin áhaldandi royndi at hjálpa fátækafólki:

“ … bedstefar havde selv arbejdet sig op fra små kår, så han havde forståelse af fattigdom, og gjorde alt for at forbedre deres kår. Når de kom i butikken og købte brød, fik de som regel et til i tilgift, han plejede også ved højtider at koge hele bryggerkedler med rast kød og suppe og indbød hvem, der ville ind og spise sig mætte. Han prøvede også altid at skaffe dem arbejde, men når han traf på et dovent menneske, ville han ikke hjælpe, han hadede dovenskab.”

M.C. Restorff var harumframt tiltikin barnavinur. Í 1878 lænti hann Tinghússalin til jólahald fyri at stuttleika havnarbørnum. – Tað er bert ein annar heiðursborgari í Havn. Í 1980 fekk William Heinesen, rithøvundur, eins og langabbin sama heiður sýndan av býráðnum.

Heimildir:

Dødsfald. Í: Dimmalætting 31. juli, 1897. Tórshavn.

Heinesen, William. Fortællinger fra Thorshavn. 1995. Viborg.

Isaksen, Djóni (D.I.). Jól í Havn fyri 50 árum síðani. Í: Tingakrossi 22. desember, 1909. Tórshavn.

Memoirer efter Caroline Heinesen, f. 1873 (óprentað handrit).

Skatten efter Formue og Lejlighed til Thorshavns Kommune for Aaret 1897-98. Í: Dimmalættng 6. november, 1897. Thorshavn.

Tíðindir úr Førjum. Í: Føringatíðindum 5. august, 1897. Tórshavn.

William Heinesen blivin heiðursborgari í Havn: – Eri ikki vísur í, um eg havi hetta uppiborið. Í: Sosialinum 15. mars, 1980. Tórshavn.