Fríggjadagin, 6. juni 2025

Hetta sker
Hetta er dagurin, tá bæði handlar, fyritøkur, felaggskapir og stovnar lata dyrnar upp fyri almenninginum og skipa fyri ymiskum forkunnugum tiltøkum fyri at stimbra um mentanina í býnum. Livandi tónleikurin sermerkir Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Mest sum allastaðni í býnum er tónleikur at hoyra. Søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið.















Melda til tiltak
Seinasta freist at lata tilfar til skránna er mikudagin 23.apríl 2025.
Øll kunnu luttaka á Mentanarnáttini. Skráin til Mentanarnáttina plagar at vera drúgv og fjølbroytt, og hevur tú okkurt tiltak, sum tú kundi hugsað tær at fingið við í skránna, ert tú vælkomin at melda til við at trýsta á knøttin niðanfyri.
Søga
Mentanarnáttin byrjaði í smáum í 2001 og hevur so so við og við ment seg til tað, sum hon er í dag. Tað er Visit Tórshavn, sum skipar fyri Mentanarnáttini.