Øl & whisky
Øl & Whisky
Bryggjaríið OY og distillaríið Faer Isles (Vestmanna)
Á Hálsi verður ølið bryggjað við handverkarahegni. Royndarsmakka ymisku ølirnar og fá tær ein lítlan bita afturvið – ella smakka ymisku bitarnar og fá tær eina øl afturvið. Óansæð, so smakkar bæði matur og øl frá OY oynastandandi væl. Og úrvalið er stórt við alskyns signaturbryggi: alt frá svalligum pilsnarum til sterkar, enskar ales.
Legg leiðina í ein norðan: ein hálvan tíma í bili, og tú ert í Vestmanna. Stíg úr bilinum og anda djúpt inn. Angar væl, ha? Hasin angin kemur frá distillarínum Faer Isles, ið er í ferð við at gerast ein sonn sólskinssøga í whiskyverðini, nú whiskykennarar og whiskyíleggjarar úti í heimi hava fingið ferilin av, hvat gongur fyri seg í stóru tunnunum í Vestmanna. Distillaríið hevur sína egnu barr og skipar eisini fyri whiskysmakkingum.
Les meira her:
Faer Isles Distillery
Stødd beint við fantastisku náttúruna í Vestmanna – bara hál…
OY
Barr, bryggjarí, Konsertstað og matstað. Vit hildu tað vera upp á …
Faer Isles Distillery
3 Fjarðarvegur, Vestmanna, Streymoyar 350, Faroe Islands
OY
OY Brewing, Falkavegur, Tórshavn, Faroe Islands