KJÖT borðreiðir við burgarum, fiski & kips og gøtumati mitt í Havnini
KJÖT er ein óformlig gøtumatstova á Áarvegnum. Her fáast burgarar, broyskin fiskur & kips, heimagjørd kips og aðrir gøtumatrættir. Kjøtfríur burgari er eisini á matseðlinum.
Navnið KJÖT hevur djúpar røtur á júst hesum stað. Í 1937 lat Joen Hejne Elieser Jacobsen, betur kendur sum Heini í KJÖT, upp handil á Áarvegnum. Handilin varð kendur fyri gott kjøt, persónliga tænastu og gjørdist í meira enn 25 ár eitt væl kent stað hjá familjum í Havn.
Navnið KJÖT er nú aftur at síggja á Áarvegnum. Slaktaraborðið er skift út við heitar grillir og heimagjørdar burgarar, men denturin er framvegis lagdur á góðar rávørur, einfaldan mat og eina blíða móttøku. Við síni staðseting mitt í býnum er KJÖT eitt lætt og óformligt stað til ein skjótan bita.
Samband
Áarvegur 12, 100 Tórshavn
Telefon: +298 30 80 40
Teldupostur: kjot@kjot.fo
Upplatingartíðir
Mánadag til fríggjadag: 11:00 – 22:00
Køkurin letur aftur kl. 21:30