Minka um matoyðsl
Vit ynskja at taka ábyrgd og gera ein mun, tí hava vit í Á-samtakinum sett okkum fyri at minka um matoyðsl við at stimbra undir eina hugburðsbroyting, og vit vóna, at tit vilja vera við!
Ein faldari við góðum ráðum um hvussu tú kanst goyma frukt og grønmeti, er sendur til hvørt hús í Føroyum. Faldarin er eisini tøkur í øllum Á handlum. Nýggja heimasíðan www.matoydsl.fo verður okkara pallur, tá ið tað snýr seg um matoyðsl.
Samstarv við REMA 1000
Í 2017 fóru vit at selja vørur frá REMA 1000, sum er viðurkend handilsketa í Danmark og Noregi. Flestu REMA 1000 vørur eru framleiddar við atliti at heilsuni hjá kundanum, burðardygd og umhvørvi. Samstarvið við REMA 1000 gevur Á handlunum atgongd til eitt breitt úrval av vørum, sum gevur viðskiftafólki hjá Á størri møguleika at velja heilsubetri vøru; eitt nú við minni sukri, minni salti, meira fullkorni umframt áðurnevndu, vistfrøðiligu vørurnar.
REMA 1000 hevur m.a. fleiri enn 400 vørur, sum eru merktar við Lyklarholsmerkinum. Hetta merkið er almenna orkumerkið hjá donsku matvørumyndugleikunum, og er okkara trygd fyri, at tað er spart uppá feitt, sukur og salt í vøruni. Les meira um Lyklarholsmerkið her.
Á handlar í Havn:
Á Argir
undir Kongavarða 4, 160 Argir
Upplatingartíðir
Mánadag – leygardag: 07:00 – 22:00
Á Landavegur
Landavegur 103, 100 Tórshavn
Upplatingartíðir
Mánadag – leygardag: 07:00 – 22:00
Á Sundsvegur
Sundsvegur 6, 100 Tórshavn
Upplatingartíðir
Mánadag – leygardag: 08:00 – 22:00
Á Heykavegur
Heykavegur 2, 110 Tórshavn
Upplatingartíðir
Mánadag – sunnudag: 07:00 – 23:00
Líknandi støð
Samkeyp
Samkeyp er eitt samtak av keypmonnum og fevnir um 18 handlar kring...
Bónus
Bónus, sum upprunaliga stavar úr Íslandi, er ein vælumtókt handils...
Mylnan
Júst sum fyrr í tíðini nýtir Mylnan steinovn til stóran part av ba...
Føroya Keypssamtøk (FK)
FK, sum er 100% føroyskt og ogn hjá limum felagsins, hevur sum mál...
Rumbul
Tað er rumbul í Rumbul, men prísirnir eru ikki at kimsa at, og tað...
Miklagarður
Størsti matvøru-handil í Føroyum Vit hava eitt stórt úrval av vist...