
Túrar, leigutúrar og tiltøk í vinarligum og tryggum umhvørvi.
Ein túrur við Norðlýsinum snýr seg um at njóta løtuna og ásanna at sjálv ferðin er endamálið. Kenslan av vindinum móti andlitinum, ljóðið av aldunum ið bróta móti bógnum og róliga rørslan ið er serstak fyri træskip. Hetta hevur eina javnvág við sær ið røkkur útum kroppin inn í sjálva sálina.
Umborð á Norðlýsinum er burðardygd og vælvera í fokus. Streymur og vindur avgera kósina, so motorurin verður nýttur minst møguligt og denturin liggur á at gestirnir uppliva ferðina sum friðsæla og stimbrandi.
Tú er vælkomin at luttaka í tann mun tú vil og orkar. Sjálvandi undir kønari vegleiðing frá manningini. Set seglini og fiska við snøri saman við okkum ella njót løtuna við einum heitum koppi í hondini. Hvør fær ikki gásarhold av frøði tá seglini eru sett og maskinan sløkt? Tá eru tit eitt; vindurin, skipið og tú.
Og uttan mun til hvagar tú hyggur, so eru vøkru oyggjarnar í eygsjón. Kann tað verða betri?
Líknandi støð

Chauffeur Services - Limo Services
Um okkum Okkara mál er at veita tænastu av hægstu góðsku og tryggj...

Outdoor Faroe Islands
Outdoor Faroe Islands. Outdoor varð stovnað í 2017 við tí endamáli...

RIB62
Uppliv Føroyar uppá ein nýggjan máta RIB62 bjóðar tær eina serstak...

Faer Isles Distillery
Stødd beint við fantastisku náttúruna í Vestmanna – bara hál...

Faroe Voyage
Sniðgivnar ferðir kring alt landið Uppliv Føroyar sum ongantíð áðu...

Visit Tórshavn - webshop
Fá tína ektaðu Tórshavnaruppliving her Føroyar bjóða allar møgulig...

Hiking.fo
Hiking.fo – burðardygg ferðavinna í føroysku náttúruni Endam...

North Atlantic Diving
Snorkling- ella kavaratúrar Leitar tú eftir einum degi við kaving,...