Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Places

/

Religion

/

Ólavskirkjan

Føroya elsta kirkja, sum enn er í brúk

Ein sóknarkirkja frá uml. 1250, staðsett í Kirkjubø í syðra Streymoy. Tað er Føroya elsta kirkja, sum enn er í brúk. Kirkjan er uppkallað eftir norska konginum Ólavi hinum Heilaga (995-1035), og frá 1111 til 1538 hevði Føroyar sítt egna bispadømi við Ólavskirkjuni sum høvuðskirkju. Kirkjan er 21,8 metrar long og 7,5 metrar breið, bygd úr gróti og hvítmálað á báðum síðum. Núverandi kirkjutorn varð bygt í 1855.

Á norðurvegginum á kirkjuni er eitt lítið hol, har tey spitalsku fram til 1740 máttu fylgja gudstænastuni uttanfyri. Soleiðis kundu tey eisini luttaka. Altarprýðið, sum vísur ein fiskibát, er málað av Sámal Mikines. Glaslistin uppi yvir hurðini er gjørdur av Tróndi Patursson.

Gudstænasta er fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði kl. 11:00.

Heima á Garði 1
175 Kirkjubøur

+298 592460
kirkjuboar@kirkja.fo

kirkjan.fo

 

Upplatingartíðir

Sunnudag: 8:00 – 20:00