Í summarhálvuni, frá juni til og við august, er hugnalig kafé í móttøkuni á Listasavninum. Tað er Annika Dalsgaard, sum stendur fyri kaféini OTTO studio.
OTTO studio borðreiðir við suppu, nýbakaðum bollum, góðum kaffi, køkum og drekkivørum.
Kaféin er opin hvønn dag frá kl. 11-17.
Hevur tú árskort til savnið, fært tú 10 % í avsláttri í kaféini.
—
Við stóru vindeygunum, ið venda út ímóti vøkru viðarlundini, kennist móttøkan á Listasavninum bæði ljós og rúmlig. Móttøkan er miðdepil í húsinum og er hjartað, sum knýtir framsýningarhølini saman.
Í móttøkuni á Listasavninum kanst tú njóta eina hugnaliga løtu áðrenn ella aftaná eina uppliving á savninum. Barnafamiljur kunnu seta seg við barnaborðini at gera ymiskt kreativt saman.
Vit hava eisini eitt úrval av føroyskum tíðindabløðum og listatíðarritum, sum tú kanst blaða í.
Tað er ókeypis Wi-Fi í kaféini.
Vælkomin!
Líknandi støð
Landmark
Kafé í lobbyini á Hotel Brandan Vit servera nýmalið kaffi umframt ...
Hamsa
Í Hoyvík finnur tú Hamsa, ein deilig kafé, sum hevur vunnið sítt p...
Brell Café
Hjá Brell hava tey brent kaffi síðan 2006 Har er café, handil og k...
Ástaklokkan
Lítið og hugnaligt matstað á Reyni Í Ástaklokkuni gera vit mat eft...
Kafe Kaspar
Á kafe Kaspar fær tú lættar rættir, eitt nú club sandwich, salat, ...
Gómagott
GÓÐSKA, FYRST OG FREMST Vit royna ikki at blíva verðins størst – b...
Kafe Umami
Kafe Umami er ein hugnalig kafe, sum er staðsett á bryggjuni. Um s...
Matstovan MOSS
Støkk inn á gólvið og njót frískan heimagjørdan bakstur til morgun...