
Places
/
Food & Drinks
/
Ræst
Føroysk siðbundin matgerð við mexikanskum íblástri.
Ræst er tann týdningarmesti smakkurin í matgoymslumentan føroyinga. Ræst er ein serstakur, skarpur rámi, ið stavar frá tí gamla mátanum at heingja kjøt og fisk upp at ræsa og turka uttandura.
Matstovan Ræst leggur dent á at brúka og vísa føroyska siðvenju greipaða við og í sameining við nýmótans rák úr ymsari matmentan. Við altjóða tilfari, mentanarligum mannagongdum og gomlum matgerðarsnildum, leggja høvuðskokkurin Sebastian Jimenéz og hansara toymi dent á at styrkja handfaringina av ræsing við støði í hansara meksikanska arvi.
Høvuðskokkurin Sebastian Jimenéz og vínserfrøðingurin Karin Visth hava fínkað ta listarligu sameiningina av altjóða matmentan og fornari matsiðvenju í Føroyum við gjølla útvaldum drykkjuvørum frá góðkendum og burðardyggum framleiðarum um allan heim.
Í okkara søguliga umhvørvi finnur tú satt søguligt trúvirði og nýgerð samansveisað undir sama taki.
Mynd: Young Mee Rim
Gongin 8
100 Tórshavn
+298 411430
Rúmføri
Tekur upp til 26 gestir
Bólkar uppá max 8 fólk