
Strandfaraskip Landsins (SSL) er landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL umsitur 33 farleiðir, har av 9 oyggjaleiðir og 24 bygdaleiðir. Til at røkta hesar leiðir hevur SSL 8 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið fyri 2019 var umleið 1,2 mió. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til um 120 ársverk.
Virksemið hjá Strandfaraskipum Landsins er skipað eftir løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning við seinni broytingum og eftir reglugerð fyri SSL, dagfest 30. juli 2015.
100 Tórshavn
Bóka pláss á ferjuleiðunum:
Upplatingartíðir
Mánadag – Hósdag: 08:00-16:00
Fríggjadag: 08:00-15:00
Skrivstovan:
+298 343000
Rutuupplýsingar
+298 343030
Opin alt døgnið