Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Places

/

Galleries & Museums

/

Húsini við Brunn

Húsini við Brunn eru bygd í seinnu helvt av 1600-talinum. Upprunaliga vórðu tey smíðað úr rekaviði, men eystari partur av húsinum er úr einum stokki úr pommerskari furu, keypt á uppboði eftir tað sokallaða „Saksunar-skipið“, ið fórst í Saksun í 1828.
At Brunnahúsini hava verið valahús í bygdini fyrr í tíðini sæst, tí tá vitjan kom í bygdina av fólki, sum kanska vóru av tí “betra slagnum”, varð ofta farið við Brunn at biðja um hús, og var tað altíð leyst og liðugt. Tá var gingið um dyrnar í ovaru hæddini, og boðið varð inn í bestu stovu.
Brunnhúsini eru bygdasavn við eini ørgrynnu av fornlutum, sum allir hava sína søgu, bæði um lívið í Nólsoy og úti í heimi í gomlum døgum. Av sonnum eina vitjan vert.
Tað er Nólsoyar Forminnisfelag við Vígdis Bjarnadóttir, sum vara av Húsunum við Brunn.

Meira fæst at vita um húsini við Brunn her: http://www.jenskjeld.info/FO

Opið er eftir avtalu við Visit Nólsoy á tlf. +298 527060

Samband

Pálsgøta 11
270 Nólsoy

+298 527060

info@nolsoy.fo

 

Upplatingartíðir

Eftir avtalu hjá Visit Nólsoy