Tinganes er ein av mest søguligu og sermerktu støðunum í Føroyum. Her var fyrndargamli tingstaður føroyinga, nevndur í Føroyingasøgu. Í víkingatíðini og miðøld varð tingið hildið uttandura, og løgtingið varð sett á ólavsøku fram til 1557, tá fyrsta tinghúsið varð bygt í Tinganesi. Seinri varð løgtingið flutt til Gongina í Havn og varð niðurlagt í 1816. Tinganes hevur eisini verið ein týdningarmikil handilsstaður, har fólk komu við skipum til handil alt árið.
Tinganes hevur verið rakt av eldi tvær ferðir, í 1673 og 1950. Bygningarnir hava verið brúktir til ymisk endamál, sum pakkhús, handilshús, íbúðir og fongsul. Fleiri søguligir bygningar eru varðveittir, sum t.d. Munkastovan, Vektarbúðin og Sjóbúðin, ið stava frá tíðini eftir 1673.
Síðan heimastýrið varð sett á stovn í 1948, hevur landsfyrisitingin hildið til í Tinganesi. Flestu bygningarnir har eru nú friðaðir, og nógv arbeiði er gjørt til at varðveita teir bæði sum fornminni og sum karmar fyri fyrisitingina. Seinastu árini er peningur settur av til umvælingar og útbyggingar, so at staðið kann nýtast bæði til stjórnarfyrisiting og ferðavinnu.
Tinganes, Tórshavn, Færøerne
100 Tórshavn
Líknandi støð
Bursatangi
Stongin
Norðari oddi á Nólsoynni kallast Stongin. Navnið sipar til stongin...
á Reyni
Nógv vitjaði býarparturin á Reyni er serstakur við einum dámi úr s...
Húsini uppi á Eiðið
Á Eiðinum eru fleiri úthús. Húsini eru úr malargróti, og stava frá...
Mjørkadalur
Minnissteinurin fyri Nólsoyar Páll
Við friðaða og umvælda úthúsið á Fløtti stendur minnissteinurin yv...
Ocean Explore
Fyritøka okkara varð stovnað við einum klárum endamáli: at vísa Fø...
Uppi í Skipi
Á veg niðan á oynna liggur “Uppi í skipi”. Her plagdu nólsoyingar ...