
Sigrid Niclasen
Sigrid Niclasen (f. Jacobsen) (1854-1927)
Bókahandlari og høvundur. Skrivaði sjónleikin Jákup á Møn (1903), ið er fyrsta skaldsliga verk, ið kvinna gav út í bók í Føroyum. Var virkin í tjóðskaparrørsluni og sat í nevndini í Føringafelag.
Sigrid í sjónleikinum Veðurføstum (1889). Heimild: Tjóðsavnið

Sigrid Niclasen fór til gravar úr Havnar kirkju tann 31. okt. 1927. Á Svínaryggi er hon jarðað undir liðini á Poul Niclasen (1852-1905), ið hon giftist við í 1891. Sigrid stóð fyri H.N. Jacobsens Bókhandli; faðirin stovnaði handilin niðri í Gongini í 1865. Í 1917 keypti Sigrid gamla realskúlabygningin frá løgtinginum fyri 25.000 kr. Bókhandilin flytur inn árið eftir, og har er hann enn nú á døgum. – Í november 1927 skrivar Tingakrossur í minningarorðunum, at Havnin hevði mist eina merkiskvinnu, sum seint fór at verða gloymd. Blaðið skrivar harumframt:
“Tey, ið minnast hana í yngri árum, tá henda sjáldsama evnaríka, virkna, og mentaða kvinna við lív og sál tók lut í tí nývaknaði nasjonalu rørsluni – m.a. skrivaði hon sjónleikin “Jákup á Møn” og var bæði tá og seinri hin skemtuligasta sjónleikarkvinna, vit hava átt – eins og tey, ið kent hana hava upp gjøgnum árini, eiga øll takksamar kenslur fyri tí vituga og góða menniskja, sum nú er farið.”
Sigrid sat í fyrstu nevndini í Føringafelag. Á føstulávintshaldinum hjá felagnum í 1889 vórðu tveir sjónleikir á føroyskum framførdir, t.e. Veðurføst eftir Helenu Patursson og Gunnar Havreki eftir Rasmus Effersøe. Árið eftir verður sjónleikurin Jákup á Møn eftir Sigrid framførdur. Hon hevði skrivað skemtileikin eftir tátti Nólsoyar-Páls og lagt ymist nýtt afturat. Leikritið varð givið út í 1903 og er sostatt fyrsta skaldsliga verk eftir kvinnu, ið kom út í bók í Føroyum.
Sigrid var eisini virkin í vælgerðararbeiði. Eitt nú var hon millum teirra, sum í 1892 fingu í lag fyrstu barnaansingina. Onnur, ið virkaðu fyri hesum, vóru Jacobine Restorff, O.P. Effersøe og Petra Müller.
Heimildir:
Løgtingstíðindi 1917. 1917-1918. Tórshavn.
Sigrid Niclasen. 24. apríl 1854 – 28. oktbr. 1927. Í: Tingakrossi 2. november 1927. Tórshavn.
Sigrid Niclasen (1854-1927): https://snar.fo/rithoevundar/n/niclasen-sigrid
Sigrid Niclasen. Fødd 24. apríl 1854 – Deyð 4. nov.1927. Í: Dimmalætting 12. november, 1927. Tórshavn. Simonsen, Malan. Bylgjurnar leika í trá. 1992. Tórshavn.
Simonsen. Malan. Eitt íkast til eina fjølbroyttari mynd av sjónleikaframførslunum á føstulávint 1889. Um leikrit eftir Súsonnu Helenu Patursson. Í: Fróðskaparritum nr. 36.-37. 1988-89. 1991. Tórshavn.
Simonsen, Malan. Kvinnurøddir. Kvinnur í almenna kjakinum 1890-1902. 1985. Ringe.