Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Sigrid Niclasen (1854-1927)

– Stóð fyri H.N.J. Bókhandli og sat í fyrstu nevnd Føringafelags. Hon telist millum fyrstu sjónleikahøvundar. Sjónleikur hennara Jákup á Møn (1890) er fyrsta skaldsliga verk eftir kvinnu, ið kemur út í bók. Sigrid var harumframt millum tær, sum stovnaðu “Barnagoymsluna” í 1891, ið verður roknað sum fyrsti barnagarður í Havn.